Um okkum
Søgan
Í 1960–70’unum tosaðu Gunnleivur Joensen (pápabeiggi Janus) og Hans Hansen (abbi Báru) um at byggja eitt felagsfjós. Tíðin var komin at gera fjósini størri og meira nýmótans.
Í 1976 stóð Felagsfjósið í Gøtudali liðugt og klárt at taka í brúk. Tá var pláss fyri 42 mjólkneytum, umframt ungneyt og kálvar.
Í 1985 andaðist Hans eftir stutta sjúkralegu. Tvey ár seinni, í 1987, fekk Gunnleivur í boði at yvirtaka alt fjósið sjálvur. Janus var tá 13 ára gamal. Gunnleivur spurdi hann, um hann hevði hug at koma at arbeiða sum húskallur – og tað hevði hann.
Janus og Bára funnu saman sum ung, og í 2000 tóku tey yvir garðin eftir Gunnleivi. Soleiðis helt søgan fram – nú millum yngra ættarliðið hjá teimum báðum, sum í síni tíð bygdu fjósið saman.
Janus og Bára eiga 3 vaksin børn, Inga Maria, Jákup Andrias og Brynhild. Øll børnin gera sítt til at hjálpa til á garðinum, tá ið á stendur. Brynhild, tann yngsta er í læru sum bóndi á garðinum saman við manninum Dánjal Jóhann. Umframt tey bæði er eisini húskallurin Viktor, sum arbeiðir fullatíð á garðinum
Fjósið í dag
Í dag hevur Varmakeldugarðurin eina mjólkikvotu áljóðandi 692.500 litrar árliga.
Tað eru umleið 63 kýr, sum mjólka.
Tilsamans eru umleið 150 neyt í fjósinum, við kálvum og ungneytum.
Umfarmt neytahald, hava vit eisini seyðahald við áleið 200 áseyðum. Hvørt ár fletta vit á Varmakeldugarðinum nærum 250 lomb, ær og veðrar, sum vit selja og nýta á matstovu okkara.
Eisini hava vit nøkur høsn til húsbrúk.
Okkara missión
Á Varmakeldugarðinum reka vit burðardygt føroyskt landbrúk við virðing fyri djórum, náttúru og siðvenju – og ynskja at geva fólki eina sanna uppliving av lívinum á garðinum.
Okkara virðir
Djóravælferð & góðska
Vit seta djórini fyrst og arbeiða miðvíst fyri hægstu góðsku. Við góðum reinføri og umsorgan tryggja vit væl røkt neyt og reina, natúrliga mjólk.
Náttúra & burðardygd
Vit arbeiða í samljóði við náttúruna og byggja á føroyska landbúnaðararvin – við virðing fyri bæði fortíð og framtíð.
Felagsskapur & opinleiki
Vit lata dyrnar upp, deila vitan og virka saman við familju, starvsfólki og lokalsamfelagnum.